522 241 / 500 500 ingvor@sky.fo
Vælg en side

Endamál

Endamálið við skeiðinum er at luttakarin fær grundleggjandi løgfrøðiligan og roknskaparligan kunnleika til ásetingar, sum eru galdandi fyri nevndararbeiðið. Hvat krevur nevndararbeiðið av tær sum nevndarlimi.

STAÐ:                                 Hotel Hafnia

UNDIRVÍSARAR:              Kitty May Ellefsen og Ingvør Skaalum

DATO:                                2019

SKEIÐIÐ BYRJAR:             Kl. 8.30 – 16.00

KOSTNAÐUR:                   Kr. 2.500 + mvg

TILMELDING:                   kittymay@altfyrieitt.fo ella ingvor@sky.fo

Skeiðið gevur tær neyðugu vitanina um hvussu tú sum nevndarlimur gevur mest til nevndararbeiðið. Tú fær grundleggjandi vitan og innlit í ársfrasøgn/roknskap og hvussu nevndin arbeiðir saman við leiðsluni í fyritøkuni. Tú fært undirvísing í rættindum, skyldum og ábyrgd hjá nevndini – bæði sum starvsfólkaumboð ella valdur nevndarlimur. Tú lærir um títt samband við týðandi spælarar uttanfyri fyritøkuna, herundir grannskoðaran hjá fyritøkuni. Eisini lærur tú um Corporate Governance og Risk Management.

Ein skikkaður nevndarlimur
Á skeiðinum lærir tú um støður tú vanliga rennir teg í í nevndararbeiði. Tú verður tryggari í arbeiðinum og fært størri slagkraft, og tú kemur at kenna tín leiklut, við teimum rættindum, skyldum og ábyrgd, sum nevndararbeiðið hevur við sær. Tú fært innlit í tær uppgávur, sum nevndin arbeiðir við, so tú eftir skeiðið betur er før/ur fyri, at gera eitt gott nevndararbeiðið.

Økt virðið fyri virkið
Ein dugnalig og skikkað nevnd hevur stórt virði fyri fyritøkuna. Skeiðið gevur nevndarlimum eina grundleggjandi vitan um nevndararbeiðið sum heild, her undir ásetingunum í føroyskari lóggávu, sum viðvíkja nevndararbeiðið. Skeiðið vendir sær til royndar og óroyndar nevndarlimir. Bæði nevndarlimir, sum eru valdir av aðalfundinum og starvsfólkaumboð. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava áhuga í framtíðar nevndararbeiðið.

Undirvísarar

Ingvør Skaalum, cand. merc. aud. Ingvør hevur í fleiri ár starvast sum grannskoðari og roknskaparleiðari. Umframt hetta hevur hon drúgvar royndir í nevndararbeiðið.

Kitty May Ellefsen, cand. merc. jur og Master of Law. Kitty May hevur drúgvar royndir innan løgfrøðiligt arbeiði og hevur verið nevndarlimur í fleiri føroyskum fyritøkum.

Skrá fyri dagin

Kl. 08.30     Morgunmat

Kl. 09.00     Hvør hevur ábyrgdina av- og hví gera ársfrásøgn ?

                    Roknskaparsystemið

                    Kunning um ársfrásøgnina

Kl. 10.00     Steðgur

Kl. 10.15      Krøv til ársfrásøgnina

                    Innihaldið í ársfrásøgnini

Kl. 12.00      Ábit

Kl. 13.00      Nevndarfundir og uppgávur hjá leiðslu og nevnd

Kl. 14.00      Starvsfólkaumboð

Kl. 14.30      Nevndarfundir, skrá og fundarfrágreiðing

Kl. 15.00      Kaffi steðgur

Kl. 15.30      Viðtøkur og grannskoðan

Kl. 16.00      Liðugt

Persónsdatavernd og GDPR

Fá vitan og praktisk amboð um persónsdatavernd og GDPRSKEIÐSHALDARI: Henning Mortensen, formaður fyri “Rådet for Digital Sikkerhed” og serfrøðingur innan GDPR og datatrygd.STAÐ: Hotel HafniaDATO: 18. januar 2019SKEIÐIÐ BYRJAR: Kl. 09.00 – 17.00KOSTNAÐUR: 3.995,00 kr....

Skeið í nevndararbeiði fyri politikarar

EndamálPartur av politiska arbeiðinum er at arbeiða í nevndum. Tað kann verða nevndararbeiði í sjálvum tinginum ella býráðnum. Men tað viðvíkur eisini nevndararbeiði í sjálvsognarstovnum, vinnuframagrunnum, kommunalum felagsskapum o.a. STAÐ:                       ...

Skeið í Grundlógini

Skeið í Grundlógini   Kenn tína Grundlóg! Grundlógin er stýrisskipanin í danska kongaríkinum og sostatt ovasta rættarkelda í Føroyum. Eingin lóg í danska kongaríkinum má stríða ímóti Grundlógini. I Grundlógini eru staðfestar nakrar grundleggjandi aðalreglur, herunder...