522 241 / 500 500 ingvor@sky.fo
Vælg en side

Endamál

Partur av politiska arbeiðinum er at arbeiða í nevndum. Tað kann verða nevndararbeiði í sjálvum tinginum ella býráðnum. Men tað viðvíkur eisini nevndararbeiði í sjálvsognarstovnum, vinnuframagrunnum, kommunalum felagsskapum o.a.

STAÐ:                        Hotel Hafnia

UNDIRVÍSARI:         Bo Asmus Kjeldgaard, cand. scient. pol., borgmeristari í Keypmannahavn í 13 ár.

DATO:                       2019

SKEIÐIÐ BYRJAR:    Kl. 8.30 – 16.00

KOSTNAÐUR:          kr. 3.995 + mvg

TILMELIDING:         kittymay@altfyrieitt.fo ella ingvor@sky.fo

MÁLBÓLKUR:         Politikarar í landspolitikki, býráðnum og kommunum. Skeiðið er eisini stíla nevndarlimum í kommunalum felagsskapum.

Við nevndararbeiðnum fylgja nakrar uppgávur og ein ábyrgd. Tað verða sett nøkur førleikakrøv, sum ikki allir nevndarlimir hava tá teir byrja, at arbeiða í nevnd. Tað hevur tó stóran týdning fyri nevndararbeiðið, at nevndarlimur ognar sær hesar førleikar. Endamálið við hesum skeiðinum er, at lata nevndarlimir í soleiðis, at teir betur kunnu loysa uppgávurnar í nevndararbeiði og kenna ábyrgdina nevndararbeiðið hevur við sær.

Skeiðið gevur tær innlit í

  • Eina grundleggjandi vitan um løgfrøðina aftanfyri nevndararbeiðið
  • Uppgávur og leiklutin hjá nevndini
  • Ábygd hjá nevndarlimum
  • Hvussu fæst best nytta burturúr nevndini
  • Samanspælið millum nevndarlimir og fyrisitingina
  • Leikluturin hjá formanninum

Undirvísari hendan dagin er, Bo Asmus Kjeldgaard. Hann hevur sjálvur drúgvar royndir í donskum politikki. Eisini hevur hann drúgvar royndir í undirvísing av politikarum. Hansara royndir siga honum, at ein politikari lærir best av royndum hjá einum øðrum politikara. 

Persónsdatavernd og GDPR

Fá vitan og praktisk amboð um persónsdatavernd og GDPRSKEIÐSHALDARI: Henning Mortensen, formaður fyri “Rådet for Digital Sikkerhed” og serfrøðingur innan GDPR og datatrygd.STAÐ: Hotel HafniaDATO: 18. januar 2019SKEIÐIÐ BYRJAR: Kl. 09.00 – 17.00KOSTNAÐUR: 3.995,00 kr....

Skeið í nevndararbeiði

Endamál Endamálið við skeiðinum er at luttakarin fær grundleggjandi løgfrøðiligan og roknskaparligan kunnleika til ásetingar, sum eru galdandi fyri nevndararbeiðið. Hvat krevur nevndararbeiðið av tær sum nevndarlimi. STAÐ:                                 Hotel Hafnia...

Skeið í Grundlógini

Skeið í Grundlógini   Kenn tína Grundlóg! Grundlógin er stýrisskipanin í danska kongaríkinum og sostatt ovasta rættarkelda í Føroyum. Eingin lóg í danska kongaríkinum má stríða ímóti Grundlógini. I Grundlógini eru staðfestar nakrar grundleggjandi aðalreglur, herunder...