522 241 / 500 500 ingvor@sky.fo
Vælg en side

Skeið í Grundlógini

 

Kenn tína Grundlóg!

Grundlógin er stýrisskipanin í danska kongaríkinum og sostatt ovasta rættarkelda í Føroyum. Eingin lóg í danska kongaríkinum má stríða ímóti Grundlógini. I Grundlógini eru staðfestar nakrar grundleggjandi aðalreglur, herunder at vit liva í einum landi við fólkastýri og demokratiskum vali. Grundlógin staðfestir eisini, at valdi er býtt millum lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið. Rættindi hjá borgarum til rættarverju hjá óheftum dómstólum er eisini ein týðandi partur av Grundlógini.

 

Stað:                         Hotel Hafnia

Undirvísari:            Christian Østrup, chefkonsulent hjá Miljø og Fødevareministeriet og lektor á universitetinum í Keypmannahavn. Christian hevur drúgvar royndir í lógarsmíði og hevur eisini undirvíst í fleiri ár.

Dato:                        4. mai 2018

Skeiðið byrjar:       08.30 – 18.00

Kostnaður:             3.995 kr. + mvg

 

 

Økir:

Grundlógin inniheldur 89 greinar, sum eru býttar í 8 kapittlar. Á skeiðinum koma vit inn á fylgjandi økir:

          Ríkisstjórn og stjórnarskipan – hvussu leiðir stjórnin og ráðharradeildirnar Danmark/Føroyar.

          Tingræðið – tey fólkavaldu í Tinginum hava rætt, at avgerða politiska lívið hjá landsstýrisfólkunum. Uttanríkispolitikkur, førleiki og hvussu Danmark gevur rættindi til altjóða organisatiónir.

          Val til Fólkatingið/Tingið – tað skal vera val minst 4 hvørt ár. Forsætisráðharrin/Løgmaður tekur avgerð um nær val skal útskrivast.

          Arbeiðið á Fólkatingið/Tingið – lóggávuarbeiðið og møguleikarnir hjá Fólkatinginum/Tinginum at hava eftirlit við stjórnini (kap. 5).

          Dómstólarnir – tulka landsins lógir. Um lógir stríða ímóti Grundlógini verða tær dømdar ógyldugar jfr. Tvin sakini. Dómstólarnir eru óheftir og mugu ikki lata seg ávirka av Fólkatinginum, Tinginum ella øðrum (kap. 6).

          Fólkakirkjan – átrúnaðarligt frælsi (kap. 7).

          Rættindi hjá borgaranum – sjálvræði og skyldur – persónligt frælsi, skrivi og talufrælsi, savningarfrælsi, privati ognarrætturin, øll hava rætt til undirvísing í fólkaskúlanum, og menn hava herskyldu (kap. 8).

          Føroyar, Grønland og Ísland (kap. 9).

          Broytingar í Grundlógini (kap. 10 og 11).

 

Tilfar: Tilfar verður býtt út á skeiðsdegnum.

Persónsdatavernd og GDPR

Fá vitan og praktisk amboð um persónsdatavernd og GDPRSKEIÐSHALDARI: Henning Mortensen, formaður fyri “Rådet for Digital Sikkerhed” og serfrøðingur innan GDPR og datatrygd.STAÐ: Hotel HafniaDATO: 18. januar 2019SKEIÐIÐ BYRJAR: Kl. 09.00 – 17.00KOSTNAÐUR: 3.995,00 kr....

Skeið í nevndararbeiði fyri politikarar

EndamálPartur av politiska arbeiðinum er at arbeiða í nevndum. Tað kann verða nevndararbeiði í sjálvum tinginum ella býráðnum. Men tað viðvíkur eisini nevndararbeiði í sjálvsognarstovnum, vinnuframagrunnum, kommunalum felagsskapum o.a. STAÐ:                       ...

Skeið í nevndararbeiði

Endamál Endamálið við skeiðinum er at luttakarin fær grundleggjandi løgfrøðiligan og roknskaparligan kunnleika til ásetingar, sum eru galdandi fyri nevndararbeiðið. Hvat krevur nevndararbeiðið av tær sum nevndarlimi. STAÐ:                                 Hotel Hafnia...