522 241 / 500 500 ingvor@sky.fo
Vælg en side

 

 

 

Soleiðis smíðar tú lóg – frá byrjan til enda

 

Innihald

 

Lóggávuarbeiðið er kjarnuuppgávan hjá Føroya Landsstýrið, Føroya Løgtingið og øðrum stovnum undir landinum. Á skeiðinum verður dentur lagdur á mannagongdina at smíða lógir og kunngerðir. Eisini verður undirvíst í krøvunum til innihaldið í eini lóg. Tú fær vitan um lógararbeiðið, under hesum vandatekin og økir, sum krevja eftiransni. Eisini verður undirvíst í, hvussu arbeitt verður við at betra um góðskuna av lóggávu arbeiðinum og hvussu arbeiðið best kann leggjast til rættis.

 

 

 

STAÐ:                        Hotel Hafnia

 

UNDIRVÍSARI:         Christian Østrup, chefkonsulent hjá Miljø og Fødevareministeriet og lektor á universitetinum í Keypmannahavn. Christian hevur drúgvar royndir í lógarsmíði og hevur eisini undirvíst í fleiri ár.

 

DATO:                       3. mai  2018

 

SKEIÐIÐ BYRJAR:    Kl. 08.30 – 16.00

 

KOSTNAÐUR:          3.995 kr. + mvg

 

TILMELDING:          kittymay@altfyrieitt.fo ella ingvor@sky.fo

 

 

 

Økir

 

          Hvussu smíðar tú eitt gott lógaruppskot? Her verður undirvíst í lógarkynstri og teimum spurningum, sum ofta koma í sambandi við lóggávuarbeiðið.

 

           Krøv til innihaldið í lógini, undir hesum viðurskifti til grundlógina og aðrar týðandi lógir og grundreglur.

 

          Viðurskifti viðvíkjandi altjóða lóggávu.

 

           Viðurskifti viðvíkjandi gildiskomu-, avtøku- og umskiftisásetingar.

 

          Krøv til mannagongdir – hvussu skal lóggávuarbeiðið í ráðnum ella á stovninum fara fram.

 

           Lær at leggja eina ætlan fyri lógaruppskotið – hugskotið, arbeiðið, at seta fram lógaruppskot, arbeiðið í løgtinginum, samtykt, og kunngerð.

 

 

 

Endamál

 

Tú fær innlit í og hegni at nýta grundleggjandi reglur og aðalreglur tá tú fyrireikar, skrivar og gjøgnumførir eitt lógaruppskot.

 

Málbólkur

 

Starvsfólk hjá løgtinginum, landsstýrinum og á stovnum, advokatar og løgfrøðingar, sum arbeiða við føroyskari lóggávu. Skeiðið er eisini áhugavert hjá øðrum, sum hava áhuga í lóggávuarbeiði.

 

Tilfar

 

Øll fáa tilfar, sum kann brúkast í dagliga arbeiðinum. Undir hesum kekklistar og frymlar at brúka í arbeiðinum.

 

Eftirútbúgving

 

Skeiðið er góðtikið sum obligatorisk eftirútbúgving hjá advokatum.

 

 

Persónsdatavernd og GDPR

Fá vitan og praktisk amboð um persónsdatavernd og GDPRSKEIÐSHALDARI: Henning Mortensen, formaður fyri “Rådet for Digital Sikkerhed” og serfrøðingur innan GDPR og datatrygd.STAÐ: Hotel HafniaDATO: 18. januar 2019SKEIÐIÐ BYRJAR: Kl. 09.00 – 17.00KOSTNAÐUR: 3.995,00 kr....

Skeið í nevndararbeiði fyri politikarar

EndamálPartur av politiska arbeiðinum er at arbeiða í nevndum. Tað kann verða nevndararbeiði í sjálvum tinginum ella býráðnum. Men tað viðvíkur eisini nevndararbeiði í sjálvsognarstovnum, vinnuframagrunnum, kommunalum felagsskapum o.a. STAÐ:                       ...

Skeið í nevndararbeiði

Endamál Endamálið við skeiðinum er at luttakarin fær grundleggjandi løgfrøðiligan og roknskaparligan kunnleika til ásetingar, sum eru galdandi fyri nevndararbeiðið. Hvat krevur nevndararbeiðið av tær sum nevndarlimi. STAÐ:                                 Hotel Hafnia...